Óli skoraði 10 mál í heimasigri hjá Sävehof

Nú manglar lítið í hjá Sävehof at vinna grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í dag dyst á heimavølli í Partille í bestu svensku hondbóltsdeildini. Dysturin var móti Ystad.

 

Sävehof vann stórsigur 37-26. Í steðginum var Sävehof á odda 19-12.

 

Óli gjørdist greiður toppskjútti hjá Sävehof við 10 málum. Harumframt legði Óli upp til tvey mál hjá Sävehof. Óli fekk eisini heiðurin at vera dagsins leikari. 

 

HER  ber til at síggja nakrar støður frá dystinum, har Óli leggur upp til mál og skorar mál sjálvur.

 

Sävehof er greitt oddalið í deildini við 36 stigum fyri 21 dystir. Nummar tvey er Hammarby við 29 stigum og Skövde við 28 stigum.

 

Tað eru bert fimm dystir eftir at spæla í grundspælinum, so tað skal ganga illa um Sävehof ikki vinnur grundspælið.

 

Týsdagin klokkan 17.45 spælir Sävehof útidyst móti danska liðnum, Skjern í EHF European Cup, har Sävehof má hava stig fyri at halda lív í vónini at vinna seg víðari úr millumumfarinum.