Óli P. deyður

Mikudagin bórust deyðs­boð­ini av Óla Petersen, Óla P, keip­u­teknara, sum and­að­ist 86 ára gamal.

 

Hann hevur verið virkin líka til hann nærkaðist 86 í jan­uar, tá hann gavst at tekna. 

Tað var í sínari tíð sagt, at bak­síðu­tekn­ing­arnar hjá Óla P. í Sos­i­a­­l­i­num gjørdu, at fólk lósu blað­ið aft­an­í­fra.

Í 25 ár teknaði Óli Pet­er­sen viðmerkjandi og skemtandi tekningar her í blað­num, bæði fyri og eft­ir tað hevur hann verið virk­in teknari í øðrum miðlum og samanhangum.

– Eg fái ikki fólkini, eg tekni, at líkjast nóg væl long­ur. Og tað kemst av, at eg ikki síggi nógv væl. So eg haldi, at tað er best at seta punktum nú, segði Óli P, tá hann sendi sein­astu tekningina til VP nýggj­árs­aft­an seinast.

 

##med2##

Óli var klaksvíkingur, og hann gjørdi fyrstu ferð av álv­ara var tvið seg í Rukku­lakk­a­num, sum var bók­ling­ur við skemti­tekn­ing­um og teksti, sum klaks­­vík­ing­ar í nøkur ár gjørdu í sambandi við norð­oy­a­stevn­una. Seinni  tenknaði hann eitt skifti í Dimma­lætting, og frá 1988 var hann serliga drúgvur tekn­ari í Sosialinum, og hann helt fram til 2013. Eft­ir tað teknaði Óli eitt stutt skifti á Portalinum, og seinastu fimm árini hev­ur hann teknað á VP.

##med3##

 

Óli P hevur dugað sera væl at lýst eitt mál ella onkra hending við fá­um orðum og neyvum strik­um. Hann hevur fylgt væl við, hevur eygleitt og ana­ly­s­erað, hevur dugað at snar­að hendingum ella sett mmál í nýtt ljós, og mangan hava tekn­ing­ar­nar verið so beinranar, at tær hava lýst aktuell mál bet­ur enn nakað annað.

Her á redaktiónini á Sos­i­al­i­num kenna vit Óla sera væl, tá hann javanan var gest­ur á blaðnum. Hann tekn­aði alla tíðina heima við hús á Skála, men kom javn­an til Havnar.

Fyrstu mongu árini vórðu tekn­ing­ar­nar send­ar av Skála á red­ak­tión­ina, sum tá var á Argj­um, við telefaxi, sum var ein sera framkomin sam­skift­is­út­gerð tá. Seinni fekk Óli sær teldu, og tá komu tekningarnar við teld­u­posti. Tekningarnar í Sos­i­alinum vóru at kalla allar í svørt­um og hvítum, hóast hann seinnu árini royndi seg við littekningum, sum vit hava sæð meira av, síðani hann fór at tekna til net­miðl­arnar.

Óli var ein sera hugn­a­lig­ur maður, og tú gjørdist al­tíð í góðum lag av at tosa við hann, tí hóast tað kundi vera álvarsmál, sum tosað varð um, so sá hann altíð tað skemtiliga í øll­um – hann dugdi so væl at venda tí tann stuttliga veg­in.

Óli P hevur búð saman við kon­uni Susanne Bard­ing á Skála í mong ár. Sein­astu árini hava tey eis­ini verið nógv at sæð í høv­uðs­stað­num, í íbúð á Blóm­u­brekku, og sást Óli javn­an ganga túrar ov­a­liga í Havnini niðan móti Vill­ing­ar­dali.

 

Í fjórðingsøld teknaði Óli P. keiputekningar á baksíðuni í Sosialinum, sum á hvørjum ári eisini komu út í bók

Sjálvsmynd