Óli Mittún sleppur hóast sín unga aldur upp í part hvørja ferð Sävehof spælir dyst í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í kvøld skoraði Óli trý mál tá Sävehof á heimavølli í Partille vann ein sannførandi 29-20 sigur á Lugi.
Í steðginum var Sävehof á odda 16-11.
Gongdin er góð hjá Sävehof, ið hevur vunnið níggu av tíggju stigum seinastu fimm dystirnar.
Sävehof er næstfremst í deildini við 12 stigum. Greitt oddalið er Kristianstad við fullum stigatali, 18 stig fyri níggju dystir.
Sunnudagin spælir Sävehof aftur heimadyst, hesaferð móti Önnered.