Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof halda fram við sigursrøðini í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í dag vunnu Óli og liðfelagarnir 35-29 á Guif á útivølli. Í steðginum var Sävehof á odda 16-13.
Bert 17 ára gamli Óli fær álit og spælitíð í hvørjum dysti, og í dag skoraði Óli fýra mál fyri Sävehof.
Í teimum seinastu 11 dystunum í bestu deildini hevur Sävehof vunnið níggju dystir, og hava spælt tveir javnar.
Sävehof er nummar tvey í deildini við 23 stigum, bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Kristianstad sum hevur 25 stig.
Sävehof er átta stig frammanfyri Ystad, ið er á triðja plássinum við 15 stigum.
Átta tey ovastu liðini í grundspælinum fara víðari til endaspælið.
Fríggjakvøldið 16. desember spælir Sävehof grannauppgerð móti Redbergslid á heimavølli í Partille.