Óli og Sävehof eru nú triðfremst í bestu svensku deildini

Sävehof er eftir eina trupla byrjan komið betur í gongd

Sävehof hevur verið hart rakt av skaðum, har Elias Ellefsen á Skipagøtu og aðrir leikarar eru uttanfyri í longri ella styttri tíðarskeið. 

 

Tí gekk heldur illa hjá Sävehof teir fyrstu dystirnar í bestu svensku hondbóltsdeildini, men seinastu dystirnar hevur tað bragdað hjá Sävehof.

 

Sävehof vann í dag stórsigur 32-22 á Aranäs á heimavølli í Partille. Í steðginum var Sävehof á odda 17-12.

 

Bert 17 ára gamli Óli Mittún fekk aftur nakað av spælitíð í dag. Í dag skoraði Óli eitt mál uppá tvær málroyndir.

 

Sävehof er nú nummar trý í deildini við átta stigum fyri seks dystir. Kristianstad er greitt oddalið við 14 stigum fyri sjey dystir.

 

Komandi dystur hjá Sävehof verður mánakvøldið 31. oktober. Tá spælir Sävehof á útivølli móti Malmö.