Seinastu árini er tað vorðið alsamt vanligari, at føroyskir svimjarar luttaka á altjóða svimjikappingum.
Hesa ferð er tað Óli Mortensen, ið fer at luttaka á Amsterdam Swim Cup í hollendska stórbýnum. Óli Mortensen skal luttaka í 800 og 1500 m frísvimjing. Í báðum greinum er hann styrkismettur millum átta teir fremstu svimjararnar.