FÓTBÓLTUR: Óli Johannesen, sum farnu tvey árini hevur spælt í havnafelagnum B36, fer at spæla við barndómsfelagnum TB næsta kappingarár.
Hetta hevur landsliðsspælarin gjørt av, eftir at nógv hevur verið spekulerað um fótbóltsframtíð hansara síðani tað gjørdist greitt, at TB flutti upp í 1. deild.
B36 hevur farnu tvey árini notið gott av sterka spælaranum, sum kann brúkast allastaðni á vøllinum, og Óli átti eisini sín leiklut í fyrsta meistaraheitinum hjá B36 í 35 ár.
25-ára gamli Óli Johannesen, sum gongur á Læraraskúla í Havn, telist millum stuðulsspælararnar á føroyska A-landsliðnum, og er sannur fongur hjá TB at fáa.