Óli Jacobsen fyrilestur í Føroyahúsinum

Í sambandi við týdagsdøgurðan í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 28. oktobur, fer Óli Jacobsen at greiða frá.

Í sambandi við týdagsdøgurðan í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 28. oktobur, fer Óli Jacobsen at greiða frá.

 

Óli Jacobsen hevur seinastu árini skrivað siðsøgu í FF-blaðnum og Sosialinum. Nakað av hesum er komið út í bók. Ein teirra er “Havið tók Teir”, sum er um lagnusøguna hjá føroyskum fiskimonnum og teirra avvarðandi.

 

Ein onnur av hesum frásøgnum var um Onnu Evensen, dóttir tann fyrsta Lützen í Føroyum. Hon var gift við próstinum Jens Christian Evensen, sum endaði sínar dagar sum próstur í Bregninge nærindist Kalundborg.

 

Her búði Anna til hon doyði í 1927, 85 ára gomul. Her kemur hon í samband við fólkaminnissavnaran Christian Olsen, sum skrivar hennara søgu í trimum eintøkum.

 

Hetta er ein ógvuliga áhugaverd frásøgn um lívið í Føroyum seinnapartin av 19. øld. Fyrst greiðir hon frá um pápan Andreas Christian. Síðan greiðir hon frá um lívið í Havn og um lívið á Viðareiði, Hvalba og á Nesi, har hon var presta- og próstakona.

 

Seinasta ár vóru 200 ár síðani, at A.C. Lützen varð føddur. Í hesum sambandi varð hondskrivaða bókin hjá Onnu givin út í upprunalíki.  Í bókini er eisini greitt meira frá um ættina hjá teimum báðum.

 

Skrivað hevur Símun úr Konoy