Óli Mittún var ikki við til tveir teir fyrstu dystirnar hjá Sävehof í innleiðandi bólkaspælinum í svensku steypakappingini.
Í kvøld spældi Óli sín fyrsta kappingardyst fyri Sävehof hetta kappingarárið.
Óli og liðfelagarnir ferðaðust 11 kilometrar úr Göteborg til Kungälv fyri at spæla dyst móti Kungälv HK. Millum nógvar føroyingar er Kungälv kendur fyri tann norðurlendska fólkaháskúlan, ið er í býnum.
Og tað gekk framúr væl hjá Óla og liðfeløgunum. Sävehof vann stórsigur 37-25, og Óli gjørdist toppskjútti í sínum fyrsta kappingardysti hetta kappingarárið við átta málum.
Í steðginum var Sävehof á odda 18-10.
Sävehof hevur vunnið innleiðandi bólk 2 við fullum stigatali aftaná sigrar á Kungälv, Lugi og Kroppskultur.
Fyrsti dysturin hjá Sävehof í bestu svensku deildini hetta kappingarárið verður leiktur á útivølli 19. september móti Ystad.











