Óli á Grømma 70 ár

Uppi í Ziskatrøðbrekkuni ella, sum tað í dag eitur, á Prestsvegi, kom ein drongur í verðina 6. mars 1945 -  Óli á Grømma!   Hann vaks  upp millum prestagarðin, við so frægum prestum sum kenda Rasmussen og ikki minni kenda Jóhan Nielsen á norðaru síðuni og á sunnaru síðu Olevinu og Dia Rasmussen (Dia í Fugle), sum var ein av álitinum í Emmaus. - Eitt trygt og gott grannalag.

 

Foreldrini vóru Mona, sum kom av Grømma á Viðareiði og Jósef, føddur og vaks upp í Svínoy. Hetta var eitt gudsóttandi heim.  Mona og Jósef fingu seks børn, Sigurd, sum býr í Danmark, Ásvør og Jonna, sum andaðust lutfalsliga ungar, Óli,  Magni, sum býr í Klaksvík og Joan í Danmark.

 

Tað verður sagt um Óla, at hann ongantíð helt seg aftur at gerast “formaður”, tá smádreingirnir spældu, um tað var at byggja bakkaskip, hús ella flota tunnuflakar.  Hann var ein lívligur drongur.

 

Eftir lokið millumskúlaprógv í 1960, gjørdi Óli fyrifallandi arbeiði, fór onkran túrin við skipi m.a. við “Polo”, sum Jógvan Páll Fjallsbak førdi,  og við “Sjúrðarberg”, har Martin Sivertsen var skipari. Skipararnir vóru báðir úr grannalagnum.

 

Tíðliga kom Óli til trúgv á Harran Jesus, og var rættuliga ungur, tá andaligt arbeiði kom at liggja á honum. Fyrst í 1960unum vóru teir tríggir nógv saman: Páll Poulsen, Hans Sivertsen og Óli. Teir ferðaðust nógv við “Sendiboðnum”, har teir høvdu tætt samband við Eiðisjóhannes (Jóhannes á Kósini), vitjaðu smáplassini og hildu møti, høvdu mangar søgur frá m.ø. Mallu og Edvard í Svínoy. Góð ráð frá teimum til hesar ungu dreingir, sum ætlaðu nakað,  trutu ikki.

 

Longu  í 1962 fóru teir til Íslands at býta traktatir út og arbeiða annað arbeiði. Hesi bæði átøkini samfeld her heima og í Íslandi løgdu lunnar undir trúboðanararbeiði í higartil ikki færri enn yvir 50 ár.

 

Í 1965 tekur Óli síðani tað stóra stigið, at hann fer til USA á New Tribes Mission bíbliuskúlan við tí fyri eyga at búgva seg út til trúboðanararbeiði. Her møtir hann amerisku gentuni Judy Müller, har bæði foreldrini eru týsk, og giftist við henni. Tey eiga tveir dreingir og ellivu ommu- og abbabørn. Ídag búgva tey bæði í Montgomery í Alabama og dreingirnir við fjølskyldu búgva lutfalsliga stutt harfrá.

 

Eftir útbúgving, vóru teirra ætlanir at fara til Suðuramerika. Táið góðu evnini hjá Óla komu til sjóndar sum lærari, heittu teir á hann at verða lærara á skúlanum. Har var hann umleið 15 ár. Síðani fóru tey á høvuðsstøðina hjá NTM í Florida. Eftir nøkrum árum  har, vórðu tey biðin um at taka við leiðsluni hjá NTM á Filipsoyggjunum,  har tey vóru í 10 ár.

 

Tey bæði komu at verða eitt álítandi trúboðanarpar, har tey so við og við komu  upp í leiðsluna á NTM og ídag er Óli ein í leiðslutoyminum. Tey ferðast rættuliga víða í ymiskum heimspørtum og eru sjáldan heima í USA, geva trúboðarum ráð og  eru við til at loysa trupulleikar, sum sjálvandi eisini trúboðarar kom út í.

 

Ongin ivi er í, at Óli fekk eina góða konu í Judy, og við týska disiplininum í blóðinum, so leggur hon alt til rættis, hevur tamarhald á kalendaranum, samstundis sum hon er skrivari á øllum fundunum, sum hann er við í.

 

Ofta verður havt á munni um langa og drúgva tænastu, men tað er ikki til dagligt, at tosað verður um 50 ár í starvi, hesir tríggir, sum fóru út frá Betesda, Hans Sivertsen, Páll Poulsen og Óli og fyri at nevna tann fyrsta, sum fór út uttanlands sum trúboðari úr Betesda, Jógvan Purkhús, so hava allir hesir verið har og eru framvegis í tænastuni, Jógvan í Íslandi, Hans og Páll í Grønlandi og Óli, sum ein av leiðarunum í heimsumfatandi trúboðarafelagsskapinum New Tribes Mission.

 

Tey bæði, Judy og Óli, hava ofta verið aftur og vitjað í Føroyum og vitja samkomurnar og ikki minst heimasamkomuna, har tey hava verið til signing og hjálp. Óli er ein gudgivin lærari í orðinum.

 

Góði Óli! Betty og eg ynskja Judy, tær og øllum tykkara  Harrans signing frameftir við mongum árum, hóast vit vita, at árini so smátt aka seg inn á okkum. Takk fyri tær góðu løtur vit hava havt saman.  Hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum! Minst til, at tað stendur um Móses, at hann “var 120 ár, táið hann doyði; sjón hansara var ikki viknað og lívsmegi hansara var ikki svunnin”!!