Tað letur til, at tað verður rættiliga rúmsátt hjá teimum, sum í kvøld fara í Gundadal at síggja HB verja føroyskan fótbólt í Europa. HB eigur heimavøll ímóti Maccabi Haifa úr Ísrael, sum fyri einari viku síðani vann 7-2 á heimavølli.
Dysturin verður vístur í Televarpinum, og tað saman við tí veruleika, at tað ikki er spenningur um, hvat av liðunum fer at halda fram í kappingini, man vera orsøkin til, at tað ikki vera so nógvir áskoðarar í Gundadali.
HB boðaði fyrst í mánaðinum frá á heimasíðuni, at tað ber bara til at keypa atgongumerki á netinum og harvið ikki við inngongdina. Úr HB frættu vit seinnapartin, at tað vóru seld umleið 600 atgongumerki.
Fyri viku síðani var tað sjón fyri søgn, at ísraelska liðið var væl stinnari enn føroysku greipuvinnararnir. Men tað man vera føroysk semja um, at munurin var ikki fimm mál. HB hevði ikki marginalirnar á sínari síðu. Tað saman við heimavøllinum ber við sær, at teir í HB hava mót um, at tað í kvøld skal eydnast at vinna væl frægari úrslit.
Maccabi Haifa hevur einaferð áður verið í Føroyum. Tað var í 1995. KÍ vann í 1994 við Sverra Jacobsen, sála, sum venjara finaluna í kappingini um løgmanssteypið og luttók í 1995 í Europa Cup Winners Cup, sum ikki er til longur. KÍ tapti 10. august 4-0 í hitanum í Haifa. Tvær vikur seinni – 24. august ella á 91 ára føðingardegi felagsins – var KÍ vertur á Svangaskarði, og tá eydnaðist tað at vinna 3-2 ímóti Maccabi Haifa.
Gestirnir vóru frammanfyri 1-0, tá ið tað var hálvleikt. Beinanvegin eftir steðgin varð Olgar Danielsen settur á vøllin. Eftir dystin fjaldi hann ikki yvir, at hann var vónbrotin ikki frá fyrsta bríksli av at vera millum teir fyrstu ellivu. Olgar Danielsen skoraði í 1992 fyrsta føroyska málið í Europa, tá ið tað í meistarakappingini endaði við 3-1 KÍ tapi á Svangaskarði ímóti Skonto Riga, og Olgar var upp á spæl aftur í 1997, tá ið KÍ í UEFA Cup tapti 3-2 á heimavølli ímóti ungverska Ujpesti.
Henda seinna hálvleikin í ikki so góðum líkindum á Svangaskarði í 1995 gjørdi Olgar av álvara bart. Í 18 minuttir – frá 54. minutti og fram til 72. minutt – skoraði hann trý mál ella fyrsta hattrikkið, sum nakar føroyingur hevði skorað fyri føroyskt felag í europeiskum liðfótbólti.
Fyri støðuna hjá HB og føroysku feløgunum sum heild fer tað at koma væl við, um HB í kvøld fer at megna at draga eitt ella trý stig í føroyska fótbóltsreiðrið.
Fyrsta bríksl í Gundadali, har Horatiu Fesnic úr Rumenia verður dómari, verður klokkan 19.45.
Tróndur Arge sigur frá á FM1, og tað ber til at síggja dystin á R2 hjá Televarpinum.










