Olga Kristina til Íslands

21 ára gamla argjakvinnan, Olga Kristina Hansen, er farin til Íslands at spæla við Álftanesi, sum er í A-bólkinum í næstbestu íslendsku kvinnudeildini

Bæði sum A-landsliðsspælari og ikki minst sum AB-spælari, plagar Olga Kristina at gera vart við seg. Nú seks umfør eru farin av landskappingini, hevur hon longu skotið trý mál fyri AB, sum er á odda saman við KÍ – og triðja árið á rað skal royna at taka kappingina upp við klaksvíkskvinnur.
Men tað verður altso uttan 21 ára gomlu Olgu Kristinu, at AB skal royna at klára seg, tí mánadagin fór hon til Íslands, har hon í summar skal spæla við Álftanesi, sum er í A-bólkinum í næstbestu íslendsku kvinnudeildini.
Í mars mánaði var Olga Kristina til royndarvenjing hjá íslendska felagnum, ið hevur heimstað stutt uttan fyri Reykjavík, og tá gekst so mikið væl, at Álftanes vildi hava hana at koma aftur. Á páskum var hon so á venjingarlegu saman við liðnum, og nú eru hon so farin yvir til Íslands fyri at spæla við liðnum í summar.
Við heimasíðuna hjá FaroeSoccer hevur Olga Kristina Hansen sagt í vikuni, at næstbesta deildin í Íslandi er á sama stigi sum tey bestu liðini í føroysku kappingini.