Olga Kristina á hægsta stigi

Føroyski landsliðsleikarin hevur skift til eitt felag í bestu donsku deildini.

Føroyski landsliðsleikarin, Olga Kristina Hansen, er givin í Østerbro IF í næstbestu donsku deildini, har hon hevur spælt síðani 2012. Hon hevur skift til eitt felag í bestu deildini.

 

Liðið, sum hon nú umboðar, eitur BSF (Ballerup-Skovlunde Fodbold). Liðið spælir í 3F-deildini, sum besta deildin í Danmark eitur.

 

- Eg veit, at um eg skal uppliva at spæla í 3F-deildini, so er síðsti kjansur nú. Eg eri ikki heilt ung longur og skjótt liðug við mína útbugvning, og tá eg eri liðug verður nokk ikki serliga nógv frítíð, sigur Olga Kristina.

 

Í Sosialinum í dag er ein drúgv samrøða við Olgu Kristinu Hansen um tíðina í Østerbro IF, skiftið til nýggja liðið, meting av føroyskum landsliðsfótbólti og ymiskt annað.