Ole Wich í Leikalund

Í dag letur nógv umrøddi listamaðurin Ole Wich upp framsýning í Leikalund í Klaksvík, har millum annað verk, sum ímynda Klaksvík nú og í framtíðini eru at síggja


Listin hjá Ole Wich er altíð skipað kring eitt konsept, sum síðani ger av, hvørjum miðli verkið verður gjørt í. Hann hevur arbeitt við akvarell og máling, skulpturi og kollagum, teksti og ljóðkollagum, tónleiki og dansi, installatión og list í miðlum og á alnetinum.
Náttúra og politisk list
À framsýningini í Leikalund eru millum annað grafikkprent úr røðini Starablindi um føroyska staran at síggja. Myndirnar vísa staran, Sturnus vulgaris faroensis, sum ongin hevur sæð hann fyrr. Eisini verða tríggjar málningakollagur at síggja, sum ímynda Klaksvík nú og í framtíðini.
Seinastu tvey árini hevur Ole Wich havt installatiónir við á G!-festivalinum  í 2004 saman við Tummas Jákup Thomsen, har hann sýndi fram verkið Køsturin, har tankin var bert at brúka skrambul og annað tilfar, sum longu var at finna í bygninginum, har verkið varð sett upp. Listamaðurin Goodipal hevði tá tvær konsertir í bygninginum. Til G!-festivalin í fjør gjørdi Ole Wich verkið Torturur á G! Installatiónin varð gjørd eftir áheitan frá Amnesty International, Føroya Deild, sum skeyt upp, at Ole Wich varpaði ljós á tortur við at gera eitt torturkamar á festivalinum, so fólk kundu fáa eina kenslu av slíkum brotsverkum, sum verða framd hvønn dag kring í heiminum.
Seinasta verkætlanin hjá Ole Wich var nógv umrødda HomoFObia verkið, sum varpar ljós á støðuna hjá teimum samkyndu í Føroyum. Við myndum á alnetinum festi verkið skjótt í eitt kjak um trongskygni og talufrælsi í Føroyum.
Endurskoðað fatan av gomlum ímyndum
Í næstum fer Ole Wich at arbeiða við fotoverkinum Landnem, sum snýr seg um at skapa eina aðra fatan av kroppi og føroyska landslagnum. Ì løtuni arbeiðir hann við verkinum Den blinde plet, sum snýr seg um føroyska nationalismu og eina endurskoðaða fatan av ímyndini Nólsoyar Páll. Eisini arbeiðir hann við verkinum, vitaminnord.info, sum snýr seg um at skipa ein dátugrunn á alnetinum yvir útlendingar, sum hava latið týðandi íkast til føroyska mentan.
Á heimasíðuni www.olewich.com ber til at síggga eitt yvirlit yvir verkini hjá listamanninum.
Framsýningini hjá Ole Wich í Leikalund letur upp í dag kl 16.00 og verður at síggja allan februar mánað