Ole umhugsar farvæl við Sonna Ragnar

Norra vil hava Ole Gunnar Solskjær sum landsliðsvenjara

Tað er ikki vist, at tað verður við Ole Gunnar Solskjær sum venjara, at Sonni Ragnar Nattestad skal byrja sína tíð sum spælari í norska felagnum Molde. Norra vil hava fyrrverandi Manchester United framherjan sum landsliðsvenjara.

 

Les eisini: Solskjær keypti Sonna

 

Norskur landsliðsfótbóltur stendur seg illa í løtuni. Millum annað eru norðmenn at finna aftanfyri okkum á FIFA styrkilistanum. Tað kostaði landsliðsvenjaranum starvið. Nú vil norska fótbóltssambandið hava, at Ole Gunnar Solskjær skal leiða norska landsliðið.

 

Les eisini: Solskjær lovar Sonna spælitíð

 

Helst kemur hetta illa við í Molde, sum í tveimum førum hevur notið gott av venjaraevnunum hjá Ole Gunnar Solskjær. Navnframi venjarin var eisini ein av orsøkunum, at føroyski landsliðsmiðverjin valdi at skifta til júst Molde.

 

Les eisini: Solskjær: Sonni styrkir liðið frá fyrsta bríksli

 

Eigarin í Molde hevur váttað fyri norskum miðlum, at Ole Gunnar Solskjær hevur fingið ein fyrispurning frá norska fótbóltssambandinum, og nú umhugsar støðuna. So er spurningurin hvat fyri ávirkan tað fær á støðuna hjá Sonna Ragnar Nattestad í felagnum, um Ole Gunnar Solskjær tekur av.