Í gjárkvøldið helt B71, sum er stovnað í 1970, sín aðalfund nummar 50.
Á fundinum varð kunngjørt, at felagið hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul árini 2020 til 2022. Høvuðsstuðul eru hjúnini, Ole og Ann-Dorith Nattestad, umboðandi Sandoy Seafood.
Tey verða soleiðis høvuðsstuðlar hjá 1. deild (monnum) og 1. deild (kvinnum) frá 2020 til 2022. Á aðalfundinum varð kunnað um, at hjúnini eisini ynskja at stuðla felagnum sum heild og soleiðis eisini barna-og ungdómsarbeiðnum hjá B71.
Sandoy Seafood, sum hjúnini varða av, letur tí stuðul til felagið, umframt at tey gjalda leikaragjøld fyri allar íðkandi barna-og ungdómslimir hjá Sandoyar Ítróttarfelag (B71) í sáttmálaskeiðnum.
Á aðalfundinum í gjárkvøldið kundi B71 tí boða frá, at børn og ung eingi leikaragjøld skulu gjalda fyri at íðka í felagnum tey næstu árini.