Ole Ivars spæla til dans á Hálsi

Ta? verður av sonnum eitt ordiligt dansikvøld tann 6. februar í árinum, sum kemur, tá Ole Ivars fara at spæla til dans í høllini á Hálsi í Havn 6. februar árinum sum kemur verður rimmardansur í Havn, tí hetta kvøldið trína eingir aðrir enn Ole Ivars á pall í ítróttahøllini á Hálsi at undirhalda við sínum væl dámda dansitónleiki.

 

Ole Ivars er besta og kendasta norska dansibandorkestrið seinastu árini og eru serstakliga væl umtóktir fyri sínar framførslur. Sangirnir hjá teimum eru ikki minni populerir, og vakra lagið »Jag trodde änglarna fanns« og festligi slagarin »Nei, så tjukk du har blitt« teljast millum mongu hittini hjá bólkinum. Ole Ivars hava staðið fyri ikki færri enn 77 útgávum, tann seinasta kom í handlarnar í heyst. Tað er Róðrarfelagið Knørrur í Havn, sum skipar fyri dansinum, og inntøkan fer til ítróttaarbeiði felagsins.