Ole Ivars koyrdu í Ford A

Seinnapartin í dag vitjaðu kendu norsku tónleikararnir úr Ole Ivars í gamla vatnbrunninum hjá Føroya Ellisakførum, sum hýsir eini hálvthundrað ellisakførum. Tey felstu munnu hava hoyrt sangin »Jag trodde änglarna fanns, bara, bara i himmelen...« sum hevur sjongrað í kvøðuljómum í áravís.

 

Men í kvøld klokkan 22 fara teir á pallin í Høllini á Hálsi í Havn - góði gamli sekstiárabólkurin, Ole Ivars. Teir komu til landið í gjár og fara avstaðaftur í morgin.

 

Fleiri teirra hava stóran áhuga fyri gomlum bilum, sum eisini sæst aftur í videoløgum hjá teimum, har ellisakfør ofta verða nýtt.

 

Tí høvdu fyrireikararnir skipað so fyri, at teir vitjaðu í gamla vatnbrunninum undir Gráasteini í Havn, har felagið Føroya Ellisakfør hýsir eini fimmti ellisakførum.

 

Teir sluppu eisini at ein biltúr við einum Ford A frá 1930 - bilurin, sum í ár fyllir 80 ár.