Venjarin hjá Manchester United, norðmaðurin, Ole Gunnar Solskjær, hugsar ikki bara um fótbólt. Hann er eisini ein aktivur íleggjari í norskari alivinnu, og tað hevur hann í øllum førum verið í eina tíð.
Ole Gunnar Solskjær eigur 20 prosent av íløgufelagnum, Akvakulturpartner og um felagið, Grip Management, hevur fótbóltsvenjarin nú eisini tryggjað sær ein ognarskap á 12,15 prosent í Hauge Aqua.
Sambært iLaks, sum endurgevur kapital.no, snýr íløgan hjá fótbóltsvenjaranum seg hesaferð um tilsamans 33 miljónir norskar krónur - ella umleið 25 miljónir krónur í okkara peningi.
Hauge Aqua hevur eitt nú ment eina afturlatna aliskipan, sum tey í Noregi rópa "Eggið", sum skal setast út í Romdalsfjørðin.
##med2##
Ein annar, sum eisini hevur gjørt íløgur í Hauge Aqua, er vinmaðurin og umboðsmaðurin, Jim Solbakken, sum nú eigur 20 prosent í Hauge Aqua um felagið, Sir Solutions.
Við í verkætlanini við Egginum eru eisini aðrir stórir íleggjarar í norskari alivinnu.
Bjørn-Vegard Løvik, sum er stovnari og stóreigari í laksafelagnum, Atlantic Sapphire, ið er skrásett á keypsskála, sigur við kapital.no, at tað, sum er serliga spennandi við Egginum, er, at her er talan um hátøkni innan aling.
Í íløgufelagnum, Akvakulturpartner, sum Ole Gunnar Solskjær eigur 20 prosent av, er Bjørn-Vegard Løvik bæði stjóri og parteigari.
So tey, sum halda, at Ole Gunnar Solskjær bara hugsar um fótbólt og Manchester United, mugu trúgva um aftur, tí maðurin hevur nógv jørn í eldinum.
##med3##