Ole Erik: Áttu at havt javnað við støðuna 2-1 (FM1)

(FM1 í Dublin) Norski málskjúttin hjá KÍ, Ole Erik Midtskogen harmast tapið, men er takksamur fyri evropeiska ævintýrið hann hevur upplivað við KÍ

##med2##

Ole Erik Midtskogen skoraði eitt vakurt mál fyri KÍ móti Dundalk FC, men hann situr við blandaðum kenslum aftaná 1-3 tapið í Europa League Play Off dystinum í Dublin.

Ole Erik harmast um, at KÍ ikki fekk javnað við støðuna 2-1, og so iðrar hann seg eisini um, at liðið lat ov bílig mál inn í dystinum í kvøld.

Á jaligu síðuni kann Ole Erik tó fegnast um evropeiska ævintýrið hann hevur havt við KÍ farnu vikurnar.

Ole Erik fortelur, at tey hann kennir heima í Noregi eru sera bilsin av avrikinum hjá KÍ í Europa League.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Ole Erik Midtskogen á gistingarhúsinum í Dublin seint í kvøld. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við liðskiparan, Jákup Biskopstø Andreasen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran, Mikkjal Thomassen. 

(Aftaná 1-3 tapið í Dublin: Ole Erik Midtskogen)