Hvør segði, at tað einans eru ung á G!? 89 ára gamla Silvurlýn Johannesen er komin til Gøtu í dag við eittans endamáli - at merkja stemningin á G!
- Tá Anna, bróðirdóttir mín, segði, at hon fór til Gøtu, vildi eg koma við, sigur Silvurlýn úr Kollafirði.
- Eg eri ikki komin á festivalin sjálvan, men eg haldi, at tað er stuttligt at síggja fólkini og merkja stemningin.
Gøta er ikki heilt fremmand fyri Silvurlýn.
- Sum barn plagdi eg at koma nógv higar at vitja familju. Har sum konsertirnar eru á sandinum, plagdi eg at spæla fyri 80 árum síðan, sigur Silvurlýn, sum er bæði mamma, omma, langomma og enntá olduromma.
Silvurlýn fyllir 90 í oktober so við ella uttan armband, so er tað ógvuliga frískt, at hon kemur til Gøtu at merkja G! andan.