Sum væntað feldi løgtingið í gjár uppskotið hjá Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen um at broyta hjúnabandslógini soleiðis, at samkynd kunnu giftast borgarliga.
Hóast Miðflokkurin ikki hevur ávirkan á meiralutan hjá samgonguni, so hevur samgongan kortini gjørt av, at hetta uppskotið skal fellast. Men tað er ikki bara samgongan, sum heldur tað.
Heldur ikki hesaferð megnaði Javanðarflokkurin at standa sum ein flokkur – tí Henrik Old atkvøddi saman við samgonguni, tí hann heldur ikki, at hjúnaband millum fólk av sama kyni er hóskiligt.
Sjálvstýrisflokkurin var í serstøðu hesaferð. Kári P. Højgaard er burtur í privatum ørindum. Kristianna Winther Poulsen, sum hevði sæti fyri hann, er fyri, at fólk av sama kyni skulu sleppa at giftast. Men tað hóvar ikki Kára P. Højgaard, at Sjálvstýrisflokkurin leggur stemmur til slíkt, so hann tók ta serstøðu at koyra Kristiannu úr tinginum mikudagin og sjálvur verða skrivaður fyri skulk hósdagin – fyri ikki at koma gamla sjálvstýrinum í homoseksuelt selskap.
Burturæð frá Javnaðarflokkinum stóðu allir flokkar soleiðis saman. Sjálvstýrisflokkurin við ikki at vera til staðar. Men Janus Rein, sum er valdur á ting fyri Framsókn, sum er eisinasti flokkur, sum beinleiðis og í stevnuskrá gongur inn fyri hjúnabandi millum samskynd, rýmdi av tingi, áðrenn atkvøtt varð um málið. Hann var í tingsalinum til málini frammanundan.
Um Janus Rein rýmdi av tingi hósdagin, tí hann sum fólkaflokstingmaður ikki slapp at atkvøða fyri, er ikki greitt.
Staðfestast kann, at Janus Rein er valdur á ting sum umboð teirra samkyndu. Ti kundi hann ikki atkvøða ímóti. Tað er sjálvandi ringt at tæna tveimum harrum, tí kann loysnin vera at halda seg burtur og ikki taka telefonina – hóast tað luktar langan veg av undanstøkking.