Tað er ikki bara á vøllinum, at Manchester United hevur avbjóðingar í løtuni. Heimavøllurin seinastu 112 árini, Old Trafford, er niðurslitin og skal møguliga rívast niður. Tað skriva enskir miðlar.
Sum skilst, so er talan um tríggjar møguleikar, har tann eini av møguleikum er at ríva núverandi leikvøllin niður, fyri síðani at byggja ein glæsiligan og nýggjan leikvøll á sama stað, sum Old Trafford stendur í dag.
Ein annar møguleiki er at suðursíðan á Old Trafford, har sum spælararnir og venjararnir sita undir dysti, verður umbygd. Har eru togbreytir, sum gera at tað verður eitt sindur av einum putslispælið at fáa tað at hanga saman.
Triðja loysnin er at Old Trafford verður standandi, men verður umvælt á øllum fýra síðunum, so eitt nú fleiri VIP setur og VIP boksir verða. Tað er her, at Old Trafford ikki livir upp til aðrar leikvøllir, so sum nýggja leikvøllin hjá Tottenham.
Tað verður sagt í enskum miðlum, at Manchester United er í eini góðari støðu, tá tað kemur til at umvæla, tí felagið eigur økið kring leikvøllin. Hartil verður sagt, at fyrstu ábendingar eru, at eigararnir bestu kundu hugsað sær, at umvælt Old Trafford, heldur enn at ríva tað niður, tí tað krevur at felagið finnur ein alternativan heimavøll í eini tvey til trý ár.










