– Sum siðvenja er, so vinna Old girls fyrsta FM til felagið. Men í fjør máttu vit lata steypið fara yvirum til grannarnar. Tað smakkaði ikki so væl, og tað er eingin ivi um, at tær hava kýtt seg til venjing í ár. Hetta skuldi ikki endurtaka seg!
Soleiðis skrivar B36 á Facebook.
– Tí var arbeiðssetningurin sera greiður leygardagin á niðaravøllið:
GULLIÐ SKAL HEIM AFTUR, skrivar felagið og heldur fram:
»Nú kunnu vit øll gleðast um, at alt er sum tað plagar og eigur at vera. Til lukku old girls
Vit fara at sakna tykkum til ársveitsluna.
Old girls skulu spæla kapping í Íslandi. Tað verður saknur í teimum, men vit fara at rópa hart fyri hesum gullinum og fylla stórar skógvar«, skrivar B36.