Ólavur spælir konsert í Nósloy og Fuglafirði

Onnur konsertin er nærum útseld.

Ólavur við bólki sínum (Mynd: Jogvan Andrias Joensen)

Hetta vikuskiftið verða tvær konsertir við Ólavi á Váli Olsen. Við sær hevur hann sín bólk.

 

Fyrra konsertin verður fríggjakvøldið, og tað verður í Maggie's í Nólsoy. Um konsertina í Maggie's sigur Ólavur soleiðis:

 

– Hetta er eitt stað sum eg leingi havi ynskt mær at spælt í, og tí eri sera takksamur fyri at hetta gerst veruleiki. Eg gleði meg tí sera nógv at spæla í Maggies, og vóni at síggja nógv fólk.

 

Hin konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í sambandi við Bindifestivalin har.

 

Um konsertina í Fuglagirði sigur hann soleiðis

 

– Tað er alt ov langtsíðan eg havi spælt í Fuglafirði, og gleði meg ómetaliga nógv til hetta, sigur Ólavur.

 

Konsertin í Maggie's er næstan útseld, meðan tað enn eru atgongumerki eftir til konsertina í Fuglafirði.

 

Ólavur við bólki sínum (Mynd: Jogvan Andrias Joensen)