Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum er millum stóru tiltøkini á ólavsøku. Upprunaliga hugskotið var at fáa meira lív í Vágsbotn – og tað hevur lukkast
Upp í 10.000 fólk hava gjøgnum árini verið í Vágsbotni, tá ið stóra ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsið hevur verið hildið. Tiltakið bjóðar tónleikaframførslur og undirhald, og fólk hava hugnað sær óført.
Gjøgnum árini hava Pipar & Salt undirhildið saman og hvør sær, Hilmar Jan Hansen hevur verið við fleiri ferðir, og í fjør var Heri Simonsen partur av skemtinum.
Nógvir av fremstu tónleikarunum hava eisini spælt á tiltakinum – eitt nú Tinganest, Eyðun Nolsøe, Kim Hansen, Steintór Rasmussen, Nalja, Signar í Homrum, Jens Marni Hansen og onnur.
Upprunaliga hugskotið við tiltakinum var at fáa meira lív í Vágsbotn á ólavsøku.
– Tá ið vit fóru undir tiltakið, var ikki tað lív í Vágsbotni, sum tað er nú við kaffistovum, barrum og matstovum. Vit sóu møguleikar í hugnaliga umhvørvinum í Vágsbotni og vildu fegin stuðla upp undir, at ólavsøka eisini rakk oman í Vágsbotn, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.
- Undirtøkan fyri tiltakinum var frá byrjan sera góð, og vit munnu hava havt upp ímóti 10.000 fólk í økinum okkurt árið. Vit hava eisini verið heppin við veðrinum og hava havt góðveður øll árini júst hesa løtuna, sigur hann.
Tónleikur og undirhald
Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum er ólavsøkudag kl 22:00 og varðar ein tíma.
Í ár verða tónleikaframførslur við tveimum av best umtóktu føroysku sangarunum í nýggjari tíð – Marius Ziska og Danny Baldursson, sum er høvuðsmaður í Danny & The Veetos. Hilmar Jan Hansen fer at undirhalda og skemta.
Marius Ziska er aktuellur við nýggjari útgávu, og hann hevur havt nakrar festivalframførslur í summar. Tað tykist, sum hugurin at lurta eftir Marius veksur alsamt, og hansara framúr góðu sangskrivaraevni hava ført hann í front í føroyskum tónleiki. Sangir sum «Going Home«, »Nærveran« og tann nýggi »Silvurlín« eru á høgum altjóða stigi. Marius skrivar ikki bara góðar sangir, hann er eisini framúr sangari og tulkari av sínum egnu sangum. Í ár spælir Marius fyri fyrstu ferð á ólavsøkutiltakinum hjá Miðlahúsinum.
Danny Baldursson er oddamaður í sera væl umtókta poppbólkinum Danny & The Veetos, sum hava stórhittað við sangum sum »Sunnukvøld í mai« og »All right«. Melodiøsu og løttu løgini eru fangandi, og við kringum orðasmíði hava Danny & The Veetos fingið fólk at syngja við til teirra sangir. Danny fer at spæla stóru hittini av pallinum uttan fyri Miðlahúsið.
Hilmar Jan Hansen fjølgávaður, og umframt at vera eitt nú fjølmiðlamaður og urguspælari er hann eisini framúr undirhaldari og skemtari. Hilmar Jan hevur nakrar ferðir undirhildið til ólavsøkutiltakið í Miðlahúsinum, og hann er til reiðar at fara á pallin aftur í ár. Hilmar Jan er garantur fyri stuttligum søgum og herming.
Syngja við
Tann lítli tímin við tónleiki og undirhaldi leggur upp til, at fólk fáa eina lætta og óformliga løtu, har tey kunnu flenna og syngja við – ella bara njóta undirhaldið.
– Hetta tiltakið má vera eitt tað størsta tiltakið, har bert føroyingar spæla og undirhalda. Vit hava bert føroyskar undirhaldarar og tónleikarar á pallinum, og hetta vísur bara tað, sum vit øll vita, at føroyingar kunnu alt, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.
– Vit hava roynt at valt tónleik, sum nógv fólk kenna, so vit eisini geva teimum høvi at syngja við, um tey hava hug til tað. Hetta skal vera ein fólksliga løta við góðum tónleiki og undirhaldi, sigur hann.
– Tiltakið er sjálvandi ókeypis, og tað ber til, tí vit øll árini hava havt góðar stuðlar, sum hava hjálpt okkum at skipa fyri, sigur Jonhard Hammer.
Stuðlar til tiltakið í ár eru Lyfta, Hvonn, Sendistovan, Atlantic Airways og Tórshavnar kommuna.