Ólavsøkurøða og fiskidagar í løgtinginum

Annar tingfundur hesa tingsetuna er í dag, og tá fer løgtingið at viðgera ólavsøkurøðu løgmans.

Annar tingfundur hesa tingsetuna er í dag, og tá fer løgtingið at viðgera ólavsøkurøðu løgmans.

 

Í ólavsøkurøðuni leggur løgmaður fram tann politikkin, sum landsstýrið fer at reka næsta tingárið – og saman við løgmansrøðuni er ein løglisti við øllum teimum málum, sum landsstýrið ætlar at fáa samtykt í løgtinginum hesa tingsetuna. Tí kunnu vit siga, at ólavsøkurøðan er politiska grundarlagið fyri næsta tingárið, sum ásett er at vara til næstu ólavsøku.

 

Sambært skránni hjá løgtinginum eru settir av tveir dagar til at viðgera ólavsøkurøðu løgmans. Tingfundur er í dag klokkan 10 og aftur í morgin, tá tingfundurin verður settur klokkan 9:30.

 

Mikudagin fer løgtingið at viðgera uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap umframt at velja tveir limir og tveir varalimir í Norðurlandaráðið.

 

 

Tilmæli frá Havstovuni kann lesastVIÐ AT TRÝSTA HER

 

 

Tilmæli frá Fiskidaganevndini kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER