Aftur í dag verður politiskt kjak á FM1, har ein nýggj beinleiðis sending í røðini, "Stjórnin - politikkur á skák", verður send.
Tað er royndi tíðindamaðurin, Árni Gregersen, sum er vetur og evnið, sum verður til umrøðu í dag, verður ólavsøkurøða løgmans.
Sendingin byrjar beint eftir tíðindini á FM1 klokkan 17, og hon varar í ein tíma.
Teir, sum fara at viðgera - og helst eisini kjakast - um røðu løgmans á ólavsøku, eru Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen.
Allir við drúgvum royndum í landspolitikki.
Jóannes Eidesgaard, sum fyrrverandi løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður, Tórbjørn Jacobsen, sum fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaður og Heðin Zachariasen, sum fyrrverandi løgtingsmaður.
Hesir tríggir, sum í sínari flokspolitisku tíð umboðaðu ymiskar flokkar, eru allir væl skornir fyri tungubandinum, og teir plaga at duga væl at lýsa síni sjónarmið.