Ólavsøkuna skapa vit sjálvi

- Borgarstjórin kann gera trappur, flyta Nólsoyar Páll ella pynta um ein bryggjukant, men um vit sjálvi ikki flyta okkum inn í stemningin - ja, so verður ólavsøkan hareftir, sigur Birgir Waag Høgnesen.

 

Fert tú á ólavsøku?

 

- Ja, eg fari heilt sikkurt á ólavsøku. Konan og eg vóru vanliga ein dag á ólavsøku fyrr. Men, nú búgva trý børn og makar og sjey abba-og ommubørn í Havn, so nú eru túrarnir til Havnar um ólavsøkuna fleiri.

 

Tað sigur Birgir Waag Høgnesen, ið er klaksvíkingur, sum hevur búð í Vestmanna í nógv ár.

 

Hann vísir á, at tá børnini vóru smá, vóru tey altíð nakrar túrar oman og niðan eftir Áarvegnum og Niels Finsensgøtu. Har fingu tey mong góð prát við fólk, tey ofta ikki høvdu sæð leingi.

 

- Seinastu árini plagi eg sjálvur at taka ein MC-túr, soleiðis at eg síggi skrúðgonguna koma úr Havnar kirkju. Hetta er altíð ein sera hugnalig løta. Vanliga hava vit feriu um ólavsøkuna, so tað hendir eisini, at vit eru í onkrum summarhúsi, og tá koyra vit ímillum og fylgja annars við ólavsøkuni á netinum og í sjónvarpinum. 

 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?

 

- Ólavsøkan verður helst, sum hon plagar. Vit fara at vitja okkara børn og abba-og ommubørn, og so er tað tann vanligi MC-túrurin. Annars verður tað at fylgja við á netinum og í sjónvarpinum, sum eg nevndi í áðni.

 

Birgir Waag Høgnesen vísir á, at øll børnini hjá honum og konuni, makar teirra og tey 10 abba-og ommubørnini verða øll í føroyskum klæðum á ólavsøku. 

 

- Tað er gott, at vit hava okkurt, vit eru felags um - burtur frá dagsins strevi í vanliga gerandisdegnum. 

 

Hann heldur tað vera hugnaligt at síggja skrúðgonguna við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum ganga oman á Vaglið, og hann plagar vanliga at fylgja hesi løtu í sjónvarpinum. 

 

- Eg fari eisini til myndaframsýningina av bilum hjá mínum vini, Maggi Gunnarson, og hetta er ein framsýning, sum er í Smiðjuni í Lítluvík. 

 

Birgir Waag Høgnesen vísir á, at sjálvandi er ólavsøkukappróðurin altíð áhugaverdur, men hann heldur fyri, at nú kallast bátarnir so nógv ymisk nøvn, at trupult er at halda skil á, hvør eigur.

 

- Lættari hevði verið at fylgt við, um bátarnir høvdu somu nøvn í øllum bátastøddum. Tann leistin hevur allur annar ítróttur. Eg fylgi mest við bátunum úr Klaksvík, sjálvandi, men tá vestmenningar eru við - ja, so er fokus har, sigur hann.

 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

 

- Tað besta er, at vit hava okkurt til felags við hvønn annan. Soleiðis er ólavsøkan eisini partur av onkrum størri. Tjóðbúnin, skrúðgongan og tað, at fleiri túsund samlast og so sjálvur ólavsøkustemningurin. Jú, ólavsøkan er serstøk.

 

Birgir Waag Høgnesen vísir á, at eitt fólk uttan felagskenslu fyri onkrum, er eitt spjatt fólk, og hann heldur, at føroyingar hava so nógv at vera felags um og fegnast um í felag.

 

- Og tað er deiligt, leggur hann aftrat.

 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

 

- Einki, tí ólavsøkuna skapa vit sjálvi, hvør í sínum lagi og saman. Heðin Mortensen kann gera trappur, flyta Nólsoyar Páll ella pynta um ein bryggjukant, sum hann vil, men um vit sjálvi ikki flyta okkum inn í stemningin - ja, so verður ólavsøkan hareftir.

 

Og seinastu orðini og ráðini hjá klaksvíkinginum í Vestmanna, Birgiri Waag Høgnesen, eru hesi:

 

- Lesið skránna, farið til tað, tit tíma - og hugnið tykkum. Góða ólavsøku, øll somul!