Tað eru nummar trý og nummar fýra, sum seinnapartin hittast í Gundadali. Felags fyri B36 og EB/Streym er, at tað ikki gekk so væl hjá teimum í ólavsøkuumfarinum. EB/Streymur tapti 3-1 á Argjum, og B36 tapti 2-1 ímóti ÍF í Gundadali.
-Vit mugu læra okkum, at talan er um tvær ferðir trý korter. Tvær tær seinastu ferðirnar hava vit spælt væl í 1. hálvleiki, tá vit hava verið á odda, men ikki hava fingið nóg góða úrtøku úr mongu møguleikunum, sum vit hava spælt okkum til, og tað hevur kostað í 2. hálvleiki, tá avrikið als ikki hevur verið tað sama, siga teir á B36 heimasíðuni og sipa til gongdina ímóti AB og ÍF, tá 2-0 og 1-0 leiðsla vórðu vend til 3-2 tap og 2-1 tap.
Ímóti EB/Streymi verður Trygvi Askham aftur í málinum, tí Tórður Thomsen framvegis er leikbannaður.
Hjá EB/Streymi er Rúni Nolsøe noyddur at gera onkrar broytingar. Arnar Dam, sum hevur verið eyðsýndur á verjukendum miðvallarplássi, er skaddur, og Dánjal Davidsen, sum hevur loyst Egil á Bø av í miðverjuni, er ivasamur. Egil á Bø er framvegis burturstaddur.
Hjá EB/Streymi er tætt millum dystirnar, tí longu mikukvøldið skulu teir spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini ímóti KÍ.
B36-EB/Streymur: Jim Petterson kl. 15.00.