Ólavsøkan kundi verið meira barna-og familjuvinalig

- Eg haldi, at tað hevði verið deiligt við ókeypis aktivitetum til børn, sigur Michel Nielsen.

Fert tú á ólavsøku?

 

- Ja, eg fari á ólavsøku.

 

Tað sigur Michel Nielsen, sum vísir á, at ólavsøkan verður hildin saman við børnum, bonusbørnum og sjeiki.

 

- Helst eisini saman við vinfólki, leggur hon aftrat.

 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

 

- Eg haldi, tað er hugnaligt at sleppa í føroysku klæðini og at spáka gjøgnum havnagøtur og hitta fólk. 

 

Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni? 

 

- Haldi ikki, at eg havi nakað serstakt ólavsøkuminni.

 

Michel sigur, at ólavsøkurnar fyri hennara viðkomandi eru nokso líkar, men tær eru eisini ein føst siðvenja, sum henni dámar.

 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?

 

- Eg haldi, at spælilandið kundi verið bæði betri og bíligari.

 

Michel Nielsen heldur, at ólavsøkan sum heild kundi verið meira barna-og familjuvinalig.

 

- Eg haldi, at tað hevði verið deiligt við ókeypis aktivitetum til børn, leggur hon aftrat.