- Vit eru á ólavsøku so gott sum á hvørjum ári. Tað besta við ólavsøku er at hitta fólk í býnum og práta, bæði við tey, sum vit síggja javnan og so tey, sum vit næstan bara hitta á ólavsøku.
Tað sigur Annika Sølvará. Hon leggur aftrat, at í ár byrjaði ólavsøkan við at vera við á Faroe Pride.
- Annars fari eg heilt vist til kappróður og listaframsýningar, og sonurin má helst eisini sleppa at vitja tivoli-økið á Skálatrøð.
Annika Sølvará væntar eisini, at tey fara til fólkafundin á Doktaragrund og til felagssangin á Vaglinum.
- Jú, ólavsøkan er broytt. Her eru nógv fleiri tiltøk, og tey eru meira skipaði enn áður. Eg haldi eisini, at tað eru væl færri full fólk um dagin, og tað eru fleiri fólk, sum eru veitsluklødd í føroyskum klæðum.
Hon heldur, at ólavsøkan er hátíðarligari nú enn áður.
- Mín ólavsøka er eisini broytt frá fyrstu ferðunum sum tannáringur, tá eg mest var úti til seint á kvøldi og um náttina, til nú at luttaka í tiltøkunum um dagin og um kvøldið. Hvørt til sína tíð, sigur Annika Sølvará.