Ólavsøkan er hæddarpunktið við summarinum

Sissal Fossaa og Barbara Eyðunsdóttir eru útisetar, ið eru komnar heim at arbeiða og síggja familjuna. Tær eru úr Havn, og fyri tær er Ólavsøkan hæddarpunktið við summarinum.

Sissal Fossaa og Barbara Eyðunsdóttir eru útisetar, ið eru komnar heim at arbeiða og síggja familjuna. Tær eru úr Havn, og fyri tær er Ólavsøkan hæddarpunktið við summarinum.

- Man gleðir seg í fleiri mánaðar til Ólavsøkuna, og byrjar at snakka um hvat skal keypast og gerast klárt næstan eitt ár frammanundan, sigur Barbara

Sjálvar hava tær í ár avgjørt at gera ein lista við øllum sum tær ynskja sær og mangla til búnan, so tær kunnu fara undir at skaffa alt til Ólavsøkuna næsta ár.

- Hvørt ár eru vit fleiri vinkonur sum møtast til morgunmat Ólavsøkudag, og í ár vóru fleiri av okkum direkta at keypa skógvanir til tann føroyska búnan, so nú er tað ikki eftir til komandi ár, sigur Sissal Fossaa, og leggur afturat, at tað næsta hon skal keypa sær er ein møttil.

Tann føroyski búnin hevur nógv at siga fyri tær, og er nakað heilt serligt, sum tær ganga í alla Ólavsøkuna.

- Omma mín hevur bundi mína troyggju, sum er næstan 50ára gomul, so eg haldi at búnin blívur orduliga nakað persónligt fyri meg, sigur Sissal.

Øll Ólavsøkan hjá Sissal og Barbaru er full av traditiónum, og millum annað fara tær, saman við fleiri vinfólkum, at hita upp til midnáttarsangin í kvøld við guittara og føroyskum dansi.