Umframt at veita ból til heimleys hýsis Herbergið eisini fastbúgvandi, koyrir mat út til fíggjarliga sperd húski, hevur dagtilhald, og í næstum verður hitastova eisini klár at taka í nýtslu
- Tað eru 11 fastbúgvandi fólk, sum leiga sær kamar her, greiður Martin Kúrberg, leiðari, frá.
- Á ólavsøku royna vit at hugna um og hava umsorgan, tí hetta er ein høgtíð, har fólk annars ofta eru saman við familju og vinfólki. Men annars er alt sum vanligt her, og broytingin er ikki so stór her - og fyri tey sum her koma, fyri tað um ólavsøku er, sigur Martin Kúrberg.
Eftir ólavsøku kann koma fyri, at tað eru fleiri, ið hava brúk fyri eini song, men ólavsøkan ger ikki so stóran mun í gerandisligu gongdina á Herberginum.
- Umframt ety 11 fastbúgvandi hava vit dagsentur frá klokkan 14 til 17, eftir at tey fastbúgvandi hava fingið døgurða. Tá kunnu fólk koma inn og fáa eina máltíð. Og her koma øll møgulig, ikki bert misnýtarar, sigur Martin Kúrberg.
- Og so býta vit eisini pakkar við mati út til fólk og familjur, ið ikki hava til dagin og vegin. Ofta er hetta síðst í mánaðinum.
- Talan kann vera um einligar mammur ella familjur, har pengarnir ikki strekkja til, tá nakrir dagar eru eftir, til løn aftur kemur. Tá gera vit tað, at vit spyrja hvussu nógv børn eru í húsarhaldinum, og so fara vit í kølirúmið eftir kjøtfarsi, breyði og øðrum, sigur Martin Kúrberg.
- Fólk skammast, og koma eftir eskjunum, tá ongin sær, ofta seint á kvøldi ella á nátt, sigur Martin Kúrberg, og viðgongur, at hetta er ein táttur av arbeiðinum, ið fólk ikki hoyra so nógv um í almenna rúminum.
- Hetta er meira enn bert eitt vanligt herberg við vanligu herbergsfunktiónini, og kanska er tað júst tí eg eri her, sigur Martin Kúrberg.
- Vit hava nógv fólk og nógvar fyritøkur, ið eru góð við okkum. Tey eru góð við Herbergið og lata okkum vørur. Hetta eru fólk og fyritøkur kring alt landið, sigur Martin Kúrberg.
- Í næstum verður nýggja hitastovan eisini liðug. Hon skal eftir ætlan vera opin tá, so fólk kunnu koma innar at seta seg, fáa ein kaffikopp og okkurt annað, hyggja at sjónvarpi, ella bara fáa hvíld og hita, sigur Martin Kúrberg.