Olav og Tórður fáa virðisløn

Teir fáa virðislønina fyri slóðbrótandi arbeiði

Undanfarnu fimm árini hevur Yrkisfelagið Miðnám, givið onkrum einstaklingi eina virðisløn, tey nevna Útbúgvingarvirðislønina.

 

Men í ár leggja tey á annan bógv siga tey í fráboðan í morgun.

 

- Hesa ferð vilja vit fegin, at handanin skal verða stimbrandi fyri skúlapolitiskt kjak í Føroyum viðvíkjandi miðnámi sum heild.

 

- Skúlapolitiskt kjak hevur ikki verið alt ov vanligt í Føroyum - enn minni tá ið miðnámi umræður. Men hetta er avgerandi neyðugt, skal tað eydnast okkum at menna føroyskan skúlaskap nøktandi og á ein hátt, soleiðis at vit sjálvi kunnu vera hesum "bekent".

 

Tey vísa á, at taka vit stóru umskipanina í deplar, ið nú fer fram, saman við stóru skúlabyggingini í Marknagili, eru miðnámsskúlalærarar ikki slopnir alt ov nær hesi tilgongd -í øllum førum ikki, tá ið sett varð út í kortið og tá tær stóru avgerðirnar vórðu tiknar.  

 

- Kanska hava vit sjálvi eisini hildið okkum aftur og ikki verið nóg framlig, leggja tey afturat

Men nú hava tey fingið ein pall, har hetta kjak kann fara fram, tí hesi seinastu tvey árini er eitt rit komið út fýra ferðir um árið, sum hevur viðgjørt fleiri tættir á undirvísingarøkinum, eitt nú málspurningin, fakfelagspolitikk, útbúgvingarpolitikk og námsfrøði.



Tí vil Yrkisfelagið Miðnám heiðra Miðnámsritið fyri hetta slóðbrótandi arbeiðið, tað hevur byrjað. Og tað eru teir báðir ritstjórarnir, Olav Absalonsen og Tórður Jóhannesarson, sum hava staðið fyri Miðnámsritinum.

 

Á myndini fáa undangongumenninir á Miðnámsriti Olav Absalonsen, vinstrumegin, og Tórður Jóhannesarsson handaða virðislønina av formanninum í Yrkisfelagnum Miðnám, Kára Jespersen, ytst høgrumegin.