Olav og Tommy vendu aftur til Noregs

Teir báðir norðmenninir, Olav Lie Gundersen og Tommy Skeide, sum vóru á veg til Føroya í árabátinum »Barbaru«, vendu leygardagin aftur til Noregs og hava avlýst ferðina

Ætlanin hjá Olav Lie Gundersen og Tommy Skeide var, at teir skuldu rógva á Havnina beint eftir kappróðurin ólavsøkudag. Leygardagin frættist av feltinum, at teir vendu aftur til Noregs. Teir vóru tá staddir 180 fjórðingar úr Føroyum á 63°N og 011°V. Teimum vantaði vatn og vindur øktist.

Teir høvdu tá verið umborð á danska trolaranum, Gitte Henning, har fleiri føroyingar eru við, og vaskað sær og fingu eta og vatn. Teir settu síðani segl og hildu leiðina til Noregs ? men eitt norskt vaktarskip fór út ímóti teimum og tók teir við til lands seint leygarkvøldið.