Formaðurin í Uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen sigur, at tað er ein ávís gongd í málinum, og at tað verður ein óformellur fundur í næstu viku millum báðar samráðingarleiðararnar. Sjálvur sær formaðurin í Uttanlandsnevndini ikki svart uppá hetta málið. Tað skal nokk finna eina loysn fyrr ella seinni. Hvat hann leggur í hesi orð vil hann ikki gera viðmerkingar til.
Sosialurin skilur annars støðuna soleiðis, at báðir partar hava nærkast hvørjum øðrum rættiliga nógv, eftir at naggatódnin, sum kom í undir undanfarna landsstýri, varð avloyst av einum meira opnum sinni av núverandi landsstýri. Teir báðir samráðingarleiðarnir hava havt óformellar fundir og ymisk uppskot og sjónarmið hava verið á borðinum, sum baklondini bæði so aftur eru kunnað um.
Tað er einki at ivast í, at tað nógva fundarvirksemi í seinastuni týðir uppá, at partarnir nú ikki standa so langt frá hvørjum øðrum. Keldur blaðið hevur tosað við siga, at trætan ella ósemjan um tú vil nú er vorðin avmarkað til at fevna um umráði inni í tí Hvíta økinum, sum hava samband við tær báðar versiónirnar av fiskimarksmiðlinjuni.
Spurningurin um hvørji grundlinjupunkt skulu góðtakast fyri ásetan av marki hevur leingi verið eitt av málunum partarnir ikki eru komnir ásamt um. Her koma so tær báðar gráu leiðirnar inn í myndina.
Eftir øllum at døma verður nú roynt at finna eina skilagóða loysn fyri báðar partar. Londini vita, at finst ikki eina loysn nú, so endar málið við dómstólin, og tá fer tað at taka eini fimm ár at finna eina loysn, sum tó eingin av pørtunum kennir úrslitið av. Tað kann ganga báðar vegir.
Ein av orsøkunum til at tað hevur tikið so nógva tíð at finna eina loysn eru tey oljufundini, sum eru gjørd nærum mitt millum londini. Helst eru strukturar, sum seismisku kanningarnar vísa ymsa staðni í økinum, eisini ein orsøk til, at partarnir hava so ilt við at semjast. Tað kann vera, at partarnir nú móti endanum mugu sanna gamla orðatakið: at skeri eg teg her, so missi eg teg har.










