Olaf vann Grand Prix-talvið

Olaf vann kappingina við 34,3 stigum, meðan Ólavur Simonsen úr Klaksvíkar Talvfelag gjørdist nr. 2 við 29,3 stigum. Torkil Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag, bleiv nr. 3 við 26,3 stigum.

 

Kappingina um Grand-prix styrkisvirðislønirnar vunnu:

 

1. virðisløn - Rógvi Egilstoft Nielsen, úr Sandavági

 

2. virðisløn - Jónfinn Thomsen, úr Sandavági

 

3. virðisløn - Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági

 

4. virðisløn - Johan Hentze, úr Havnar Telvingarfelag

 

Sostatt gjørdist Sandavágs Talvfelag tann heilt stóri sigursharrin. Felagið gjørdi eitt satt hál, nú teir vunnu 5 av 7 møguligum plaseringum ! At nielsen-feðgarnir eiga 3 av hesum, ger ikki úrslitið minni merkisvert.