Olaf Johannessen, sum hevði ein stóran leiklut í sjónvarpsrøðini Brotsgerðin 3 á DR, er nú millum teirra, sum eru í uppskoti at fáa eina av stóru donsku filmsheiðurslønunum, nevniliga Robert heiðurslønina.
Føroyski sjónleikarin, sum hevur havt sera góða yrkisleið innan danskan sjónleik og film, er í uppskoti innan greinina, sum nevnist Årets Mandlige Birolle - tv-serie.
Olaf Johannessen er sonur kenda føroyska leikstjóran Eyðun Johannessen, og systir Olaf, Annika, kann eins og Olaf vísa á sera góða yrkisleið innan danskan sjónleik og film.
Øll, sum eru í uppskoti at fáa Robert heiðursløn, síggjast við ar trýsta á hesa leiknkjuna: