Olaf Johannessen spælir Adolf Eichmann

Hvussu ein heilt vanligur maður kann standa við ábyrgdini av, at milliónir av fólkum eru tikin av døgum?

Føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen hevur leiklutin sum nazi-brotsmaðurin Adolf Eichmann, tá Betty Nansen Teatret í Keypmannahavn í næstum setur upp leikin Samtale Før Døden,ið Adam Price hevur skrivað.

 

Eichmann var millum nazibrotsmenninar, ið fekk dóm og revsing fyri gerðir sínar undir øðrum veraldarbardaga, ið endaði í 1945.



Í stuttum snýr leikurin seg um hetta:

Um tveir tímar skal Eichmann takast av døgum, deyðadømdur av statinum Ísrael í 1962. Hesar síðstu tveir tímarnar fær hann vitjan av dómaranum, ið dømdi hann sekan í brotsgerð móti mannaættini.


Dømdur er hann, men noktar seg persónliga sekan, og dómarin vil við vitjan síni royna at skilja, hvussu ein heilt vanligur maður kann standa við ábyrgdini av, at milliónir av fólkum eru tikin av døgum?



Ein mynd av einum manni, ið hvørki kennir skuld ella hatur, men sum minnir óhugnaliga nógv um okkum onnur.

 

 

Hetta er fyrsta sjónleikahandrit, ið Adam Price hevur skrivað, síðani sjónvarpsrøðina Borgen.


Spælt verður á Betty Nansen Leikhúsinum og byrjað verður at spæla tann 4. oktober og fram til 9. nov.


Leikarar eru Olaf Johannessen, Thomas Gabrielsson, Christian Mosbæk og Thea Kastberg.

Leikstjóri er Karin Betz. Leikurin er 2 tímar og 30 minuttir til longdar.


http://www.bettynansen.dk/samtale-foer-doeden.html




 

Við at trýsta á hesa leinkjuna, sæst dokumentarsending og veruliga rættarsakin móti Eichmann:



 

http://www.youtube.com/watch?v=QaN7DR8Zj5o