Olaf Johannesen í heimsklassa

Enn einaferð bergtekur hann alt og øll við sínum sermerktu evnum

Føroyingar við áhuga fyri sjónleiki, og sum eru stødd í keypmannahavn í summar, skuldu kanska lagt sær leiðina framvið Grønnegåards Teatret mitt í Keypmannahavn.

 

Stóri leikurin hjá teimum í summar, er víðagitni leikurin hjá Holberg um Jeppe á Fjallinum, og høvuðsleiklutin hevur føroyski sjónleikarin, Olaf Johannesen.

 

Seinastu árini hevur hann bergtikið alt og øll við sínum evnum sum sjónleikari og tað er ikki farið afturvið borðinum, tí seinastu tvey árini er hann heiðraður við fremstu sjónleikaravirðislønini í Danmark, Reumert virðislønini.

 

Og aftur hesa ferð skarar Olaf Johannesen framúr, tí tað er ein samt lið av ummælarum, sum gevur honum einki minni enn framúrskarandi ummæli fyri leiklutin sum drykkjumaðurin á samfelagsins botni, Jeppe, sum vaknar í barónseingini.

 

Jyllandsposten skrivar, at tað er ein framúrskarandi Olaf Johannesen, sum er í miðdeplinum.

- Ongin kann finnast at, at Olaf Johannesen fekk leiklutin sum Jeppe, tí hann er rætt og slætt heimsklassi, skrivar blaðið.

 

Eisini tey hjá Politiken halda, at hann er framúrskarandi og hevur fullkomiliga tak á leiklutinum og í Berlingske Tidende eru tey av teirri sannføring, at Olaf Johannesen er tíðarinnar Jeppe, og tað sigur ikki so lítið, tí leikurin er skrivaður í 1722 og er framførdur óteljandi ferðir á palli, og eisini í filmi.

 

Í cphculture taka tey undir, og tey halda eisini, at tað merkisvert, at ein sjónleikari, sum tvær ferðir hevur fingið fremstu sjónleikaravirðisløn í Danmark fyri at leiklutir sum óhugnaligir valdsharrar, eisini megnar at spæla eina so veika og stydarliga lagnu sum Jeppe er.

 

- Hansara altjóða støði reingist ikki, leggja tey afturat og tey mæla øllum til at fara á leikin ,og Ungt teaterblod skrivar, at tað er kensluborið at føla, hvussu Olaf Johannesen fyllir Jeppe við søtleika, falsloysi, gleði og ótta.

 

Leikurin varar ein tíma og 40 minuttir og gongur til 20. august.