Triðja umfar í talv OL í Tromsø er á skránni í dag. Mótstøðuliðið í dag er Uganda. Eftir 3 ½ - ½ stórsigur ímóti Pakistan í fyrsta umfari og eins stórt tap ímóti Belgia í øðrum umfari eiga vánir at vera fyri góðum úrsliti í dag. Uganda er styrkismett sum nummar 92 ella tjúgu pláss lægri, enn Føroyar eru.
Í dag heldur Olaf Berg frí. Harvið er liðið mannað við Helga Dam Ziska, John Rødgaard, Høgna Egilstoft Nielsen og John Arna Nilssen.
Allir teir føroysku telvararnir hava hægri styrkistal enn mótstøðumenninir í dag uttan Høgni Egilstoft Nielsen.