Olaf er kongurin

Av talvkønum var hann roknaður sum krúnprinsurin, ið hesa ferð stóð fyri tørni at strúka avstað við føroyameistaraheitinum í talvi, og Olaf Berg livdi upp til vónirnar, tá hann at enda stóð sum greiður meistari

Talv: Leingi sá út til, at Terji Petersen úr Klaksvíkar Talvfelag skuldi taka øll á bóli og stinga av við meistaraheitinum, og tá bara trý umfør vóru eftir í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar, var hann klárt á odda. Men síðstu trý talvini steðgaði upp hjá honum, og í staðin gjørdist alt, sum mong høvdu væntað frammanundan.
Olaf Berg úr Havn, sum telvar fyri Sandavágs Talvfelag, er eitt av stóru talentunum í føroyskum talvi, og tað vísti seg eisini, at hann staðfesti sín klassa, tá hann í endaspurtinum kom, sá og sigraði, so nógva telvingin á Giljanesi á páskum endaði við best hugsandi úrslitinum fyri hansara viðkomandi.
Hann var annars ein av teimum, ið komu haltandi aftan á Terja, men júst talvið teirra millum bleiv kanska avgerandi fyri, at føroyameistarin og kongurin í føroyskum talvi eitir Olaf og ikki Terji. Olaf satsaði alt og vísti genialitet, tá hann gav frúnna fyr riddara og rók tíðliga í talvinum, men kortini megnaði at vinna.
Spurningurin er enntá, um Olaf Berg saman við føroyameistaraheitinum hevur skapt sín egna variant, tí serkønir vildu vera við, at henda støða ikki er roynt áður – og so slett ikki í so avgerandi løtu, sum hesari. Kanska er tað ikki so løgið kortini, tí flestu eru á einum máli um, at Olaf er ein hin mest gávaði føroyski telvarin yvirhøvur, so spennandi verður at síggja, hvussu hann nú gagnnýtir hetta viðrákið.
Tá avtornaði, vann Olaf meistaraheitið við hálvumseynda stigi av níggju møguligum og Terji gjørdist silvurvinnari við hálvumsætta stigi. Unga stjørnuskotið úr Sandavági, bert 12 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen, vann bronsuna við fimm stigum og skrivaði sína egnu talvsøgu.