OL-yvirlit yvir heiðursmerki

Noreg er ikki til at steðga á vetrarleikunum í Pyeongchang. Yvirlitið sæst her!

Tað er eitt land, sum hevur staðið seg serliga væl á vetrarleikunum í suðurkoreanska býnum, Pyeongchang, har leikirnir enda um eina lítla viku, nevniliga sunnudagin.


Landið er Noreg. Noreg hevur vunnið flest gull, flest silvur og deilt flest bronsu. Samanlagt hevur tað við sær, at Noreg hevur vunnið nógv flest heiðursmerki tilsamans. Noreg hevur vunnið 28, meðan Týskland er næstbest við 20.


Formaðurin í norska OL-sambandinum, Tore Øvrebø, sigur við NRK, at fólk, sum hann hittir, javnan steðga honum og ynskja honum til lukku við norsku avrikunum.


- Hetta er heilt fantastiskt. Hetta er so gott, og eg eri so errin, sigur hann.


OL-heiðursmerkjayvirlit


Nr.

Land

Gull

Silvur

Bronsa

Samlað

1

Noreg

11

9

8

28

2

Týskland

10

6

4

20

3

Kanada

6

5

6

17

4

Holland

6

5

2

13

5

Íðkarar úr Russlandi

0

3

8

11

6

USA

5

3

2

10

7

Eysturríki

4

2

4

10

8

Frakland

4

2

4

10

9

Japan

2

5

3

10

10

Svøríki

4

3

0

7

11

Suðurkorea

3

2

2

7

12

Sveis

2

4

1

7

13

Kina

0

5

2

7

14

Italia

2

1

3

6

15

Kekkia

1

2

3

6

16

Stórabretland

1

0

3

4

17

Slovakia

1

2

0

3

18

Avstralia

0

2

1

3

19

Finnland

0

0

3

3

20

Hvítarussland

1

1

0

2

21

Pólland

1

0

1

2

22

Spania

0

0

2

2

23

Ukreina

1

0

0

1

24

Slovenia

0

1

0

1

25

Kasakstan

0

0

1

1

26

Lettland

0

0

1

1

27

Liktinstein

0

0

1

1