Amnesty International, Føroya deild skipar fyri tiltaki um Kina í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 20.00, har OL og mannarættindi eru á skránni
8. august byrja Olympisku Leikirnir í Beijing. Talan verður uttan iva um eitt stórfingið og bergtakandi tiltak. Men í skugganum av OL fyrireikingunum fara álvarslig mannarættindabrot fram. Amnesty International ynskir at gera heimin varugan við hesi mannarættindabrot. Tí skipar Føroya deild fyri einum tiltaki um Kina týsdagin 19. februar klokkan 20.00 í Miðlahúsinum.
Guðrið Hansdóttir fer at spæla.
Framløgurnar verða:
Elin Mortensen, samskipari í Amnesty International, Føroya deild, fer at siga frá, hvussu stendur til við mannarættindastøðuni í Kina.
Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðingur, fer at knýta tey mannarættindabrot, sum fara fram í Kina, saman við heimsyvirlýsingini hjá ST. Eisini fer hon at siga meiri alment frá týdninginum av altjóða lóggávu.
Øssur Winthereig, journalistur, fer at hugleiða um ábyrgdina hjá fjølmiðlafólki at seta kritiskar spurningar. Yvirskriftin er: Onki er friða - heldur ikki arbeiði hjá mannarættindafelagsskapum sum Amnesty.
Tróndur Djurhuus, stjóri í Rainmaker Partners. Rainmaker eiga í dag í eini fyritøku í Beijing saman við einum kinesiskum stjórnarstovni og arbeiða í løtuni við at seta enn eina fyritøku á stovn saman við einum øðrum stjórnarstovni. Tróndur fer at greiða frá, hví Rainmaker hava valt Kina, og í hvønn mun spurningurin um mannarættindini hevur nakra ávirkan.
Øll eru hjartaliga vælkomin.