OL-leikir í Barnagarðinum á Svangaskarði

Í dag hava OL-leikir verið á Svangaskarði, og nú klokkan 16 eru foreldur og systkin boðin við.

Í dag hava OL-leikir verið í Barnagarðinum á Svangaskarði, og nú klokkan 16 eru foreldur at børnum og systkin boðin við.

 

- Allar stovurnar á stovninum umboðaðu hvør sín heimspart og skuldu síðan velja eitt land úr tí heimsparti, sum teimum varð givið.

 

Londini, sum vórðu vald, vóru Avstralia, Brasilia, Kina, Grikkaland og Namibia.

 

- Vit byrjaðu OL-leikirnar við at masjera inn á miðjuna á fótbóltsvøllinum. Síðan høvdu vit eina upphiting og fóru út í ymiskar rørslupostar at kappast.

 

Aftaná fingu børnini hvør sína gullmedalju og okkurt lætt at eta.

 

- Klokkan 16 í dag eru foreldur og systkin boðin niðan á Svangaskarð til eina ítróttar- og hugnaløtu, har vit fara at bjóða kakao og bollar, siga tey í Barnagarðinum á Svangaskarði.