Týskland verður annað liðið í olympisku finaluni í hondbólti hjá monnum.
Fyri løtu síðani vann Týskland tepran 25-24 sigur á Spania í hálvfinaluni í Lille í Fraklandi. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.
Móti dystarenda var Spania á odda 24-23. Men Týskland skoraði tvær ferðir seinastu løtuna, samstundis sum komandi liðfelagin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, málverjin, Andreas Wolff bjargaði einum brotskasti, tá Týskland mest hevði brúk fyri tí.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2004, at Týskland er í olympisku finaluni. Týskarar vóru eisini í olympisku finaluni í 1984.
Klokkan 20.30 í kvøld spæla Danmark og Slovenia um rættin at møta Týsklandi í olympisku finaluni í Lille. Danmark er stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum.
Olympiska finalan verður leikt sunnudagin klokkan 12.30.
Týskland-Spania 25-24 (12-12)
Týskland: Renars Uscins 6, Johannes Golla 4, Juri Knorr 4, Julian Köster 3, Christoph Steinert 3, Sebastian Heymann 2, Luca Witzke 1, Kai Häfner 1, Lukas Mertens 1.
Spania: Daniel Fernandez Jimenez 5, Agustin Casado Marcelo 4, Ian Tarrafeta Serrano 4, Aleix Gomez Abello 3, Imanol Garciandia Alustiza 2, Kauldi Oriozola Yeregui 2, Abel Serdio Guntin 2, Alex Dujshebaev Dovichebaeva 1, Javier Rodriguez Moreno 1.