Heilt frá byrjan struku teir fýra kappingarneytarnir undan teimum í danska bátinum, sum at enda høvdu meira enn 12 sekund til nærmasta bát.
Allir rógvararnir fyri Danmark í OL eru nú farnir úr heiðursmerkjakappingini. Tað er fyrstu ferð síðani 1992, at Danmark ikki hevur vunnið minst eitt OL-heiðursmerki í kappróðri.
Kanada, USA, Avstralia og Italia tóku plássini í áttara-finaluni, har teir eru saman við Bretlandi og Rumenia.