OL dagur í Gundadali

Í morgin verður eitt stórt ítróttar brak á ovaravølli í Gundadali.

Fríggjadagin 13. juni verður eitt stórt ítróttar brak á ovaravølli í Gundadali. Tá fara øll børn sum eru í frítíðarskúla skipanini hjá Tórshavnar kommunu at dystast á ymiskum rørslu postum.


Dagurin byrjar við at børnini og starvsfólkini møta í stóra skýlinum á ovara vølli í Gundadali. Kl. 13.45 setur Ruth Vang, deildarleiðari á Barna- og ungdóms deildini hjá Tórshavnar kommunu, OL dagin og beint eftir setanina fara børnini, ið eru uml. 650 í tali at dystast. Børnini eru deild upp í bólkar og eru tey uml. 10-12 børn í hvørjum bólki. Børnini sleppa at royna seg á ymiskum banum og m.a. sleppa tey at royna seg í hokky dysti, koyra mánabilar, ymiskum øðrvísi stafettum, dystast í indianarbólti og ymiskum øðrum leikum.


Í ár hava fyrireikararnir gjørt samstarvsavtalu við U16 liðini hjá fótbóltsfeløgunum B36 og HB. Íðkararnir koma at hava ábyrgdina av øllum rørslu postunum og fara at leggja børnunum lag á, tá tey skulu dystast.


Hetta er fjórða ári á rað, at skipað verður fyri rørslu degnum.