Hóast byrjanarhátíðin ikki verður hildin fyrr enn í annaðkvøld, vórðu Olympisku Leikirnir í London 2012 longu sparkaðir í gongd í gjár.
Tá byrjaði olympiska kappingin í fótbólti fyri kvinnur.
Við eru 12 lið, sum eru býtt upp í tríggjar bólkar, og øll liðini vóru í dysti í gjár.
Í bólki E leiktu favorittarnir úr Brasilia móti Cameroon, og har var als eingin ivi. Brasilia vann heili 5-0. Hin dysturin í bólkinum var millum Stóra Bretland (myndin) og New Zealand, og har eydnaðist heimaliðnum at vinna 1-0.
Í bólki F hittust Japan og Canada. Japansku heimsmeistararnir vunnu dystin 2-1. Í hinum dystinum var einasta norðurlendska landið við OL í 2012, Svøríki, móti Suðurafrika. Sviar vunnu dystin 4-1.
Í bólki G byrjaði kappingin við einari gølu, tá fyrireikararnir vístu Suðurkoreanska flaggið, tá Norðurkorea skuldi leika dyst móti Columbia. Norðurkoreansku leikararnir noktaðu fyri at fara á vøllin, og tað gekk ein heilur tími, áðrenn dysturin kundi bríkslast í gongd. Norðurkoreansku leikararnir vóru tó ikki meiri skelkaðir enn so, at teir megnaðu at vinna dystin 2-0.
Seinasti dysturin var millum USA og Frakland. USA er eitt av heilt stóru londunum í kvinnufótbólti, men fingu ein rættiligan skelk, tá Frakland kom á odda heili 2-0. USA fekk tó vent gongdini og javnað undan steðginum, og í seinna hálvleiki setti USA alt upp á pláss og vann dystin 4-2.